Vøran er løgd í kurvina
x

-------- ella --------

Vørubólkar
Innkeypsvognur
0

Keypstreytir

Hesar keypstreytir eru galdandi fyri vørukeyp á nethandlinum hjá MAM Design

 

1. Bíleggingar

Ordrin verður vanliga avgreiddur innan 2 arbeiðsdagar. Vørur, sum ikki eru á goymslu, verða útvegaðar vanliga innan 2-3 vikur. Tá tú skalt gjalda við gjaldskorti skalt tú uppgeva kortnummar, nær kortið gongur út og kontrolsiffur. Harvið loyvir tú MAM Design at taka upphæddina av konto tínari. Samskiftið við SSL (Secure Socket Layer) loysnina er krypterað, soleiðis at hvørki MAM Design ella annar óviðkomandi hevur møguleika at fáa fatur á hesum upplýsingum. Sí Meira á heimasíðuni hjá nets.dk

 

2. Prísir

Allir prísir eru íroknað meirvirðisgjald, um annað ikki er tilskilað. Gjaldoyra er DKK. Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum og útseldum vørum.

 

3. Gjaldstreytir

Gjald fyri vørurnar kann gerast við:
1. Dankort og Visa/Dankort
2. Skuldskrivast

3. Gjaldast við heintan av vøruni.

4. Gjaldast við bankaflyting á konto nr:

Verður goldið við Dankorti ella Visa/Dankorti so kemur eitt PBS avgjald á 1,95 DKK + 0,10%.

Rentutilskrivingin er í løtuni 2% pr. mánaða umframt rykkjaragjald á kr. 50, um ikki verður goldið rættstundis.

 

4. Fakturi

Kundar, sum ikki hava skrásett teldupostadressu, fáa rokning sendandi við posti. Her er gjaldið kr. 25 íroknað meirvirðisgjald pr. faktura.

 

5. Flutningstreytir- og kostnaðir.

Útreiðslur av vørusendingini verður eftir teimum til eina og hvørja tíð galdandi frakttakstum, tó er minsta gjald kr. 50, íroknað merivirðisgjald. Eru serliga stórar flutningsútreiðslur verða boð givin um hetta. Vørukeyp omanfyri kr. 5.000,00 við meirvirðisgjald verður frítt leverað har landfast er og har tað ber til at koyra við bili til leveringsstaðið. Um vøra verður avheintað, fellur flutningsgjaldið sjálvsagt burtur.

 

6. Leveringsdagur

Vit stremba eftir at bíløgd vøra verður send í seinasta lagi 3 arbeiðsdagar eftir keyp.

  

Sí okkara vanligu sølu- og leveringstreytir hjá okkum her