
Privatlívspolitikkur
MAM Design nethandil hevur dátaábyrgd av upplýsingunum, sum vit savna um teg, og vit tryggja, at tínir persónsupplýsingar verða viðgjørdir sambært reglugerini.
Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí viðtikið hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónsupplýsingar
Kontaktupplýsingar
Um tú ynskir at venda tær til okkum viðvíkjandi okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, kanst tú gera tað fylgjandi:
MAM Design
Mýrisnípuvegur 37
100 Tórshavn
Tlf. 268446
Tpostur: mamdesignfo@gmail.com
Viðgerð av persónsdata
Persónsupplýsingar eru allir upplýsingar, sum á ein ella annan hátt kunnu vísa til tín. Um so er, at tú ikki ynskir, at vit viðgera hesar upplýsingar, kann tað gerast trupult at varðveita og halda møguligar avtalur.
Møguligir kundar
Um tú ynskir at verða kundi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónsupplýsingar um teg:
- Navn
- Bústaður
- Teldupostur
- Telefonnumar
Persónsupplýsingar um kundar verða savnaðir til fylgjandi endamál:
- Møguligt framtíðar samstarv ella keyp
- Fyrisiting av tínum sambandi við okkum
Hesir upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:
- Heimildaða áhugamálið hjá felagnum, sum er at veita tær eina góða tænastu, ger tað neyðugt, at viðgera hesar persónsupplýsingar, og felagið tryggjar, at heimildaðu áhugamálini ikki ganga fram um rættindini hjá skrásetta.
Upplýsingarnir verða goymdir so leingi, sum tað eftir reglunum er loyvið, og vit sletta teir, tá ið vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av hvørjir upplýsingarnir eru, og hví teir verða goymdir. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi kundum slettaðir, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at samskiftið ikki er viðkomandi longur.
- Upplýsingar um møguligar kundar strikast 2 ár eftir at seinasta samskiftið var, ella um kundin biður um tað.
Kundar
Um tú ynskir at gerast kundi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónsupplýsingar frá tær:
- Navn,
- Bústaður
- V-tal (einkulmansfelag)
- Teldupost
- Starvsheiti
- Undirskrift
- Yrkið
Persónsupplýsingar um kundar verða samlaðir til fylgjandi endamál:
- Viðgerð av tínum keypi og okkara veitan
- Fyrisiting av tínum sambandi til okkum
Hesir upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:
- Viðgerðin verður gjørd grundað á at ”hald eina avtalu” Talan er um ymsar keypsavtalur. Bæði formella og óformellar.
Upplýsingarnir verða goymdir so leingi, sum tað sambært reglugerðini er loyvi, og vit sletta teir, tá vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjir upplýsingar eru og hví teir verða goymdir. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi kundum strikaðir, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at samskiftið ikki er viðkomandi longur.
- Upplýsingar um kundar strikast 5 ár eftir at kundasamstarvið og samskiftið endaði.
Veitarar og samstarvsfelagar
Um tú ynskir at verða veitari ella samstarvsfelagi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónsupp- lýsingar um teg:
- Navn,
- Teldupostur
- Telefonnumar
- Bankupplýsingar
Persónsupplýsingar um veitarar og samstarvsfelagar verða samlaðir grundað á fylgjandi endamál:
- Til viðgerð av okkara keypi/veitan
- Fyrisiting av tínum sambandi við okkum
Hesir upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:
- Viðgerðin verður gjørd grundað á at ”hald eina avtalu” Talan er um ymsar keypsavtalur.
Upplýsingarnir verða goymdir so leingi, sum tað sambært reglugerðini er loyvið, og vit sletta teir, tá vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjir upplýsingar eru, og hví teir verða goymdir. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi veitarum og samstarvsfeløgum strikaðir, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at samskiftið ikki er viðkomandi longur.
- Upplýsingar um veitaran strikast 5 ár eftir at samskiftið endaði og ábyrgd fyri keyptar vørur er útgingin.
Starvsumsóknir/umsøkjarar
Tá ið vit móttaka eina starvsumsókn og fylgiskjøl, verða øll skjølini lisin av tí ávísa leiðaranum við tí endamáli, at svara og meta um innihaldið í sambandi við eitt ávíst arbeiði. Okkara lógarheimild til viðgerðina av umsóknini er ”heimildaðu áhugamál”.
Umsókn og fylgiskjøl verða deild víðari innanhýsis til persónar, sum eru í setannarbólkinum, og verða ikki víðarigivin til onnur uttanfyri fyritøkuna.
Persónupplýsingarnir, sum koma fram í setanartilgongdini, verða viðgjørdir við fylgjandi grundarlagi: heimilaðu áhugamál.
Umsóknir og fylgiskjøl verða goymd, til rætti umsøkjari er funnin, og setannartilgondin er endað. Eftir hetta verða umsókn og fylgiskjøl hjá teimum sum ikki fingu starvið slettað.
Tá ið talan er um óbidnar umsóknir verður mett um, um umsóknin skal goymast, so skjótt sum hon er móttikin. Um hildið verður at hon skal goymast, verður biðið um samtykki frá umsøkjaranum at goyma umsóknina, annars verður noktandi svar sent, og umsóknin slettað beinanvegin.
Um umsókn og fylgiskjøl verða goymd í meiri enn 6 mánaðir, skal biðjast um eitt nýtt samtykki frá umsøkjaranum.
Títt samtykki er sjálvboðið, og tú kanst til einahvørja tíð taka tað aftur við at venda tær til okkum. Nýt kontaktupplýsingarnar omanfyri, um tú ynskir fleiri upplýsingar.
Aðrir upplýsingar um viðgerð
Trygd
Vit hava gjørt passandi tøknilig og fyriskipanarlig tiltøk ímóti, at tínir upplýsingar av tilvild ella ólóliga verða slettaðir, almmannakungjørdir, burturblivnir, minka í virði ella at nakar óviðkomandi fær hendur á teimum, verða misbúktir ella á ein ella annan hátt verða viðgjørdir í stríð við lógina. Dátuábyrgdarin tryggjar, at viðgerðin bert kann fara fram, tá ið allar dátutrygdarreglar verða fylgdar iflg. Dátuverndarlóginia § 7
Eftirlit við vakmyndatóli
Sum partur av trygdarfyriskipanini hjá umráðnum hjá MAM Design er eftirlitið við vakmyndatólum. MAM Design tryggjar til eina eina og hvørja tíð, at brúkið av vakmyndatólunum er gjørt í sambandi við ásetingarnar í lógini.
Allar upptøkurnar goymast í 90 dagar, og síðani verða upptøkurnar strikaðar.
Dataminimering
Vit innheinta, viðgera og goyma bert persónsdata, sum eru neyðug í sambandi við at uppfylla okkara ásettu endamál. Harafturat kann tað verða lógargivið, hvat slag av data, er neyðugt at innheinta og goyma í sambandi við okkara handilsvirksemi. Tey ymisku økini av persónsdata, sum vit viðgera, verða fastsett av tørvinum at uppfylla eina avtalu ella eina aðra rættarliga skyldu.
Dagført data
Okkara tænasta er treytað av, at tykkara data er rætt og dagført, og vit biðja tykkum upplýsa okkum um týðandi broytingar í tínum data. Tit kunnu nýta kontaktupplýsingarnar omanfyri, at siga okkum frá, um broytingar á hesum øki, so syrgja vit fyri, at dagføra tíni persónsdata. Um vit sjálvi leggja merki til, at data ikki er rætt, dagføra vit upplýsingarnar og geva tær boð um hetta.
Tíðindaskriv
Títt samtykki, at fáa okkara tíðindaskriv er sjálvboðið, og tú kanst altíð taka samtykkið aftur, við at seta teg í samband við okkum. Tú kanst brúka kontaktupplýsingarnar omanfyri um tú ynskir meira upplýsingar.
Víðarigevan av upplýsingum
Vit brúka fleiri triðjapartar til goymslu og viðgerð av dáta, herímillum veitarar av kt-loysnum. Hesi viðgera bert upplýsingar okkara vegna, og skulu ikki brúka teir til egið endamál. Í týðandi førum verður dáta víðarigivið til td. Bankar, inkasso, flutningsfeløg osv.
Vit brúka bert dataviðgerðar úr EU ella tryggum triðjalondum, sum hava neyðugu trygdarviðurskiftini í ordan, umframt feløg í londum, sum kunnu veita nøktandi dátuverndartrygd.
MAM Design hevur bæði Facebook og Instagram síður, og víst til privatlívspolitikkin hjá teimum: her.
Tíni rættindi
- Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til, at fáa upplýst hvat dáta vit viðgera um teg, hvar tað kemur frá, og hvat vit brúka tey til. Tú kanst eisini fáa upplýst, hvussu leingi vit goyma tíni persónsdáta, og fáa at vita, hvør fær dáta um teg, í tann mun vit víðarigeva dáta í Føroyum og uttanlands.
- Um tú biður um tað, kunnu vit upplýsa/geva tær dáta, sum vit viðgera um teg. Heimild kann tó verða avmarkað, um privatlívið hjá øðrum skal verjast, handilsloyndarmál og ólikamlig rættindi.
- Um tú heldur, at persónsdáta, sum vit viðgera um teg, er skeivt, hevur tú rætt til at fáa tey rættaði. Tú skalt venda tær til okkum og upplýsa okkum um, hvar feilurin er, og hvussu tað kann rættast. Vit heita á teg, at verða neyvur um tínar umbidnu rættingar, ella kann tað gerast trupult hjá okkum, og tað kann í ávísum førum føra til, at vit ikki kunnu eftirlíka tínum rættingum.
- Í summum førum, hava vit skyldu at sletta títt persónsdáta. Tað geldur t.d., um tú tekur eitt eventuelt samtykki aftur. Um tú heldur, at tíni dáta ikki longur eru neyðug í samband við tað endamál, sum vit heintaðu tað til, so kanst tú biðja um at fáa tað slettað. Tú kanst eisini seta teg í samband við okkum, um tú heldur, at tíni persónsdáta verða viðgjørd ímóti lógini ella øðrum rætsligum avtalum.
- Tú hevur rætt til at senda eina klagu til dátueftirlitið (dat.fo)
Dátueftirlitið
Tinganes
Postboks 300
FO-110 Tórshavn
Tlf.: (+298) 309100
Teldupostur: dat@dat.fo
- Tú hevur rætt at nokta okkara viðgerð av tínum persónsdáta. Tú kanst eisini nokta, at vit víðarigeva títt dáta til marknaðarføring. Tú kanst brúka okkara upplýsingar her ovast til at senda tína klagu. Um tín klaga er heimilda, syrgja vit fyri at steðga viðgerðini av tínum persónsdáta.
- Tú hevur møguleika at gera brúk av dátaportabilitet, um so er at tú ynskir at tínir upplýsingar verða fluttir til ein annan dátaábyrgda ella dátaviðgera
- Vit strika títt persónsdáta, tá tey ikki longur eru neyðug til tað endamálið, sum tey vóru samlaði til.
Tá ið tú vendir tær til okkum, við eini áheitan um at rætta ella sletta tíni persónsdáta, kanna vit, um tú lýkur treytirnar, og so gera vit broytingarnar ella sletta dátaið so skjótt sum gjørligt.
Tú kanst brúka tíni rættindi við at venda tær til okkum. Okkara upplýsingar sært tú ovast í skjalinum